VisitSandoy Sandoyar Kunningarstova

Kvøldseta í Dali // Faroese Cultural Evening


Date and time

Friday 20. July 2018 at 14:30 to 20:00

Registration deadline

Sunday 1. July 2018 at 09:00

Location

Eiriksgarður
Dalsvegur
235 Dalur
Faroe Islands

Organizer

VisitSandoy Sandoyar Kunningarstova
+45 +298222078
info@visitsandoy.fo

Mong munnu tey vera, sum kenna fólkalívsmyndina “Kvøldseta” hjá V.U. Hammershaimb. Hendan fólkalívsmynd kann gerast veruleiki, um vitjað verður í Dali. Her skipar bygdafólkið fyri kvøldsetu í bygdahúsinum Eiriksgarði, har børn, ung, tilkomin og gomul savnast at spinna, karða, nappa ull, binda bul og mangt annað. Víst verður eisini á gomul føroysk barnaspøl. Meðan arbeitt verður, verður sagt frá søgu, sagni ella ævintýri og sungin verður onkur miðaldarvísa ella skjaldur. Farið verður upp á gólv við góðum kvøðarum úr Dali. Eisini verður boðið breyð við góðum føroyskum viðskera.
 
Samanumtikið eitt ógloymandi kvøld!
 
Tiltakið verður á føroyskum ella norðurlendskum, og møguliga við enskum tolki.
 
Møguleiki er at samantvinna kvøldsetu við gongutúri millum Skarvanes og Dal við ferðaleiðara, gongurtúrurin byrjar kl. 14.30.
 
Meira fæst at vita á Sandoyar Kunningarstovu við at ringja tlf. 222 078 ella senda teldupost til info@visitsandoy.fo
 
Vinarliga sig okkum frá um tú ynskir at sleppa við bussi úr Skopun til Skarvanesar, ella frá Dali til Skopunar.
 
Um tú vilt aftur og framm sama dag, ber til at fara við Teistanum kl. 13.15 av Gomlurætt, og kl. 20.40 av Skopun.

Minst til, at tað ikki telur fyri tilmelding um tú bert meldar teg til á Facebook.

//
 
In days of old, it was common to work indoors in the evenings. Wool had to undergo several different processes before it could be turned into a garment. To make the work more pleasant, old legends and sagas were recited and old ballads and medieval songs sung whilst working. In this way, the necessary work got done while a treasure trove of folklore, legends and history was handed down to the children.
 
This tradition is still honoured in the village of Dalur and it is possible to enjoy an interesting evening in the village hall where the old and young gather to work and play. Guests are offered a hearty meal with home-baked rye bread and Faroese specialities such as dried mutton and fish. You can watch the work being done and maybe even try some of the different activities yourself. The event concludes with traditional chain dance, in which both the villagers and guests take part.
 
It is possible to combine the cultural evening with the walking tour from Skarvanes to Dalur with a local guide. On the walk you can enjoy splendid views of Skúvoy and of the two islands Stóra Dímun and Lítla Dímun. The walk starts at 14.30.
 
The evening will be in Faroese or Scandinavian. An English interpreter will be present.
 
Please let us know if you want to book transportation from Skopun to Skarvanes or from Dalur to Skopun.
 
Send an e-mail or call us for more information, info@visitsandoy.fo, +298 222 078.
 
If you want to return to Streymoy on the same day, it is possible to take the 13.15 ferry from Gamlarætt and the 20.40 ferry from Skopun.
 
***Attending on the Facebook event does not qualify as registration***

Event Location

Organizer Contact Information

VisitSandoy Sandoyar Kunningarstova
+45 +298222078
info@visitsandoy.fo